Undirvísing og Mentan
Avbjóðingar og ynski
Byggilistarliga avbjóðingin á Eystaru bryggju og økinum annars, eru m.a. nógvu bindingarnar sum økið er skipað í dag. Farstøðin, sum skal takast niður fyri at geva pláss til Tjóðpallin, virkar sum bæði farstøð fyri uttanlands siglingini hjá Smyril Line, innanlands siglingini hjá Strandferðsluni til Suðuroyar og Nólsoyar, umframt busskoyringini hjá Bygdaleiðum. Hetta hevur við sær stórar flytingar av bæði farmi, fiski og bilum í økinum. Tískil er økið í dag merkt av stórum asfaltfløtum, ið ikki geva pláss fyri at borgarar í Tórshavn nýta havnina til dagligt, bert til høgtíðir sum t.d. á Ólavsøku. Skeringsflatan millum havn og bý liggur í dag heilt tætt at Kongabrúnni og áðrenn økið við Bursatanga. Fyri at fáa Tjóðpallin at virka má hetta bindast betur saman við býin og ferðslumynstri má broytast.
Eitt annað byggilistarliga avbjóðandi í økinum, er støddar lutfallið millum nýggju byggingina og verandi bygging. Á Tinganesi, Kongabrúnni, á Ryggi og økið framvið á Krákisteini eru sera tættbygt, har eru lítlar og lágar eindir sum hava eitt fínt samspæl, bæði í mun til býarplanlegging, litir og útirúm. Eitt heilt serstakt mikroklima av lívd og trivnaði er at finna í hesum partinum av býinum. Avbjóðingin í okkara eygum, er ikki at spilla hesar dygdir við at leggja eina rættiliga stóra nýggja eind niður í hesa sera fragmenteraða byggingina.
Byggilistarliga ynski er sostatt at fáa asfaltfløtuna flutta longur út og at binda saman Tjóðpall við býin, við pláss fyri býarlívi heldur enn eitt økið merkt av stórum flytingum í samband við ídnað og ferðing. Byggingin skal vera samanbindingin millum bý og havn, ein transmissión millum býarbygging og havnabygging. Tað vil siga at býurin verður fluttur longur út, nú havnabyggingin eisini flytur seg longur út við bygging av nýggjari havn til farmaflutning. Tað er eisini eitt natúrligt ynski hjá borgarum í Havn, at sleppa framat kaikantinum sum partur av dagliga býarlívinum. Áðrenn havnin varð stongd, orsaka av Shengen samstarvinum, sást m.a. týðiliga hvussu havnarlagið bleiv nýtt til at ganga túrar, fiska, spæla, hyggja eftir bátum, ið vandu til næsta kappróður, o.s.fr. Kaiin og molin var eitt andahol fyri Havnar borgarar, ið bleiv gagnnýtt í stóran mun. Hetta vísur seg eisini serliga á Ólavsøku, tá kappróður er á skránni og fleiri túsund fólk finna sær leiðina oman til sjógvin. Talan er um eitt øki, ið aftur kann gerast eitt sera virðismikið býarrúm. Tískil er ikki nokk at sniðgeva ein Tjóðpall úti á Eystara bryggju, men neyðugt er eisini at vísa á hvussu Tjóðpallur og býur kunnu bindast saman. Vit hava tí eisini valt at arbeiða meira ítøkiligt við hvussu økið millum Kongabrúnna og Tjóðpall kann skipast í framtíðini, við einum uppskoti um nýggjan kaikant, nýggja býarbygging, nýggj tún, vegir, gøtur og torg.
Hugskot
Byggilistarliga hugskotið er at fáa bygningin fragmenteraðan í minni eindir, soleiðis at byggingin ikki órogvar støddina á aðrari bygging í økinum, men heldur er í samljóð við smærri bygningarnar á Tinganesi, á Ryggi og á Krákusteini. Hetta ger eisini, at sambandið millum Tinganes og Skansan í størst møguligan mun kann varðveitast. Íblásturin er ein samanrenning millum tað siðbundna føroysku skipanina av útirúmum millum húsini, við túnum, skotum, gørðum og torgum í miðjuni. Og tær miðal eldru føroysku staðsetingarnar, eyðkendar av smáum timburhúsum við flagtekju, ofta bert við hamarslagi ímillum. Sniðið er grundað á tað einfalda ferhyrnta skapið. Byggingin leggur seg soleiðis, at hon ikki dagar uppum hellukantin og byggingina aftanfyri, á Krákusteini. Skapið á bygninginum fylgir virkseminum grundað á byggiskránna, og tískil er byggingin býtt sundur í nærum líka nógv volumen, sum funktiónir. Hetta kann tó býtast upp í tríggjar høvuðseindir: Backstage, foyerøkið og so framførsluhølini sjálvi. Hugsanin er, at lata siðbundnu navngeving ganga aftur í økinum. Staðsetingarheiti taka vanliga støði í uppruna búsetingini. Uppruna búsetingin varð oftast fatað sum heimagarðurin, Heimi í, og búsetingarnar, ið koma aftaná, verða ofta nevndar Uppi við og Niðri við, ella Omanfyri og Niðanfyri, sammett við upprunabúsetingina. Vanligt var eisini at brúka ættirnar sum staðsetingarheiti. Tá var miðja eftir hvørt staðið lá eystanfyri, vestanfyri, norðanfyri ella sunnanfyri t.d. eitt fjall ella eina á. Tún er eitt gamalt føroyskt orð og vanliga verður brúkt um eitt lítið slætt uttandura øki, framman fyri eina búseting. Torgið er staðið í búsetingini, har fólk samlast. Eldru føroysku búsetingarnar høvdu ikki torg, men brúktu túnini. Torg er tó heilt vanligt í londum kring okkum og er heiti, ið er komið til Føroya í nýggjari tíð. Eitt skot sipar til eitt stað, har tveir veggir koma saman. Hetta kann bæði verða inni og úti.
Í okkara føri verður tað tann stóri salurin, ið er høvuðsbyggingin, sum staðarnøvnini taka støði í. Staðarnøvn í byggingini eru t.d. Vestara skot, Eystara skot, Ovara tún, Niðara tún, Torgið, Ovara gøtur, Eystara tún, Vestara tún, Stóra stova, Lítla stova, Myrka stova o.s.fr. Orsøkin til at valt verður at gera nógv burturúr hesari navngeving er fyri at undirstrika byggilistarliga hugskotið, við atskiltum eindum við millumrúmum, so ein fær kensluna av at ganga inn og út úr bygningum, við skotum og túnum ímillum.
Afturat lýstu ynskinum í byggiskránni um innihald og virksemi hava vit lagt nakrar funktiónir afturat. Vit meta hetta vera eitt so stórt og glæsiligt hús, sum saktans ber væl meira av dagligum virksemi enn sjálvt kjarnuvirksemi í einum Tjóðpalli, ið ofta er virkin í avmarkaðum tíðarbilum. Okkara uppskot er at loyva virkseminum, ið fyrr var inni í Farstøðini at húsast í hesum bygninginum eisini. Harumframt er lítli salur og black box sniðgivið soleiðis, at hesi kunnu latast upp móti sjónum, ið loyvir meira útatvendum virksemi enn annars. Tískil hava vit býtt forhøllina í tvær hæddir. Høvuðsatkoman til Tjóðpallin er á ovaru hæddini, har móttøku, kaffistova og sølubúð er staðsett. Herfrá fer ein inn í stóra salin, og flytir seg niður gjøgnum salin og út á niðaru hæddina, tá framførslan er liðug. Á niðaru hæddini er sostatt eisini forhøll við atgongd til lítla sal og black box, hesi kunnu latast upp móti forhøllini soleiðis at eitt stórt multifunktionelt rúm verður til taks, ið kann brúkast til alt frá listarframsýning, livandi tónleiki, dansileiki, og veitslu. Barr er í tilknýtið til hendan partin, soleiðis at býarlívið finnur sín veg heilt oman á kaikantin, hendan er hugsað sum útlisiterað. Í hesum økinum er eisini tankin at ferðandi hava eina farstøð, soleiðis at hetta gerst eitt stað har fólk hittast, um ein hevur ørindi ella ikki. Hetta fer at skapa ein bygning við nógv meira lívligum innihaldi og hetta kann samstundis draga enn fleiri at koma til leikuppsetingar.
Tjóðleikhús Misty1366x768.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Misty1366x768.jpg masterplan.png http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/masterplan.png skitsa1.png http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/skitsa1.png koncept.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/koncept.jpg path.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/path.jpg chillout.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/chillout.jpg Entrance.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Entrance.jpg Doubleheight.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Doubleheight.jpg drama.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/drama.jpg Bar.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Bar.jpg Exteriorstage.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Exteriorstage.jpg skitsa2.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/skitsa2.jpg boxes.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/boxes.jpg diagram1.png http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/diagram1.png diagram2.png http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/diagram2.png diagram3.png http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/diagram3.png Skitsuskurdir.png http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Skitsuskurdir.png Back.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Back.jpg H03.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/H03.jpg H02.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/H02.jpg H01.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/H01.jpg H00.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/H00.jpg Harbor.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Harbor.jpg FF.png http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/FF.png GF.png http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/GF.png RF.png http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/RF.png RedShip.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/RedShip.jpg tvorskurdur.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/tvorskurdur.jpg Fasada3.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Fasada3.jpg Fasada4.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Fasada4.jpg Fasada2.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Fasada2.jpg roofscape.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/roofscape.jpg Rooftop.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/Rooftop.jpg skyfall.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/skyfall.jpg MNakvarel.jpg http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/Tjodleikhus/MNakvarel.jpg