Planlegging
Prosjekt- og hugskotskapping - 3. Virðisløn
Fyritreytirnar fyri skapa lív í miðbýnum kann býtast í seks høvuðspartar:
- Bústaðir, fleiri bústaðir eru staðsettir í Kommunuskúlanum, Frúutrøð og á Vestaru Vág.
- Arbeiðspláss, fleiri arbeiðspláss eru staðsett á Kongabrúnni og Eystaru Vág.
- Handilsvinna, økt handilsvinna staðsett í Niels Finsensgøtu, Sverrisgøtu, Liðagøtu og á Áarvegnum.
- Mentan, mentunarøki burturav er staðsett á Skálatrøð.
- Undirhaldsvinna, sum td. kafé, matstovur og skeinkingarstøð eru staðsett í Vágsbotni og á Áarvegnum.
Staðseting og uppbýtið av virkseminum verður sjálvandi ikki so geografiskt markant, men hetta er ein góð ábending um ætlaða tyngdina av uppbýtinum. Avgerandi er eisini hvussu vinnulívið raðfestur íløgur og staðsetingar, kommunan kann bert skapa karmarnar.
Mælt verður til, at leggja virksemi í bólkar, fyri at minka um frástøðina millum tað ávísa útboðið. T.d. tá farið verður til handils er tað jaligt og hent, og ein avgjørdur fyrimunur hjá búkaranum, at útboðið er samlað.
Fleiri av undanfarnum uppskotum um menning av miðbýnum taka ofta støðið í eini størri útbygging av Skálatrøð innan handil, mentan ella bústaðir – Skálatrøð kann stuðla undir, men fer ikki at bjarga miðbýnum, tað má miðbýurin sjálvur gera. Vit velja ikki at leggja áherðslu á eina serstaka bygging ella virksemi, men heldur lata heildina – mangir løkir smáir – bera heildina í miðbýnum.
Tískil hava vit lagt meira áherðslu á at loysa høvuðstrupulleikarnar við m.a. skipan av ferðslu, parkering, útirúmum, tættleika í bygging, áleggingar, virksemi og innihald.
Grunnleggjandi hugskot
Tiltøkini sum mælt verður til at fremja, kunnu orðast í trimum høvuðsyvirskriftum:
- Broytt ferðslumynstur
- Broytt býarrúm
- Broytt virksemi
Hesar broyttu fyritreytir eru snúningspunktini í tekstinum. Hvørt øki, sum vit meta er umráðandi at menna, er lýst og loyst í flatmynd og tvørskurði. Vit hava eisini gjørt rúmligar skitsur í fólkahædd sum uppskot til loysnir. Hesar skitsur eru at fata sum brellbitar, heldur enn endaligar loysnir, tískil eru sniðgivnu loysnirnar ógvuliga líkar í formi eisini.
Vit sakna, at Tórshavn og miðbýurin staðfestir sín status sum høvuðsstaður. Hetta ynskja vit at broyta, við at flyta landsins mentunarstovnar, miðfyrisitingina, fróðskaparsetrið og handkeypið hjá Rúsdrekkasølu landsins, Posta og Apoteki oman í miðbýin. Harumframt ynskja vit at undirstrika dámin av einum høvuðsstaði í býarrúmunum. Alt hetta, samstundis sum Havnin sleppur at vera “bygdaslig” í mun til aðrar høvuðsstaðir í Norðanlondum.
Ymisleikin er umráðandi í mun til nýtslu sum t.d. handil, skrivstovur og bústaðir. Tingini mugu fegin blandast, fyri at økja um mongdina av fólkum tey ymsu tíðarskeiðini á døgninum.
Býurin skal skipast í mun til árstíðirnar. Minka um bilferðslu og parkering inni í miðbýinum teir tríggjar summarmánaðirnar, tað er frá mitt í mai, juni, juli og til mitt í august.
Í mun til plantusløgini kann tilvitaður ymiskleiki verða við at skapa lív, t.d. krokus í februar, páskaliljur í apríl, sóljur í mai, hjálpirøtur í juli, trøllakambar í august o.s.fr. Hetta kann gerast ein rík ábendingum, at lív er alt árið.
Verandi áleggingar á gøtum, vegum og plássum, eru sera vánaligar í “stoffligheit” og góðsku, eisini eru áleggingarnar heldur eintáttaðar. Her eigur at vera arbeitt við einum størri ymisleika, og ikki minst betri góðsku. Tað ger mun um ein gangur á asfalti ella basalti.
Ymisleikin í mun til umhvørvi er eisini umráðandi, t.d. munurin millum eitt opið býarpláss, eina tronga smogu, ein áarbakka, ella eina opna grøna fløtu. Stutt skal vera millum at velja tað grøna framum tað bygda økið, og øvugt. Lívd í mun til opinleika, alt í mun til um sólin sær ella vindur er og regnið sílar.
Ymisleikin skal eisini taka hædd fyri brúkarunum sum eitt nú er eldri og tilkomin, ung og barnafamiljur. Tørvurin hjá ymsu málbólkunum má loftast tilvitað, soleiðis at ein bólkur ikki dettur burturímillum og velur miðbýin frá.
Vit leggja áherðslu á, at ymisleikin er umráðandi!
Myrkur, vindur og regn fyllur nógv á okkara breiddarstigum. Tað skal leggjast áherðsla á at skapa tað øvugta: Ljós, lívd og turt. Hetta má støði takast í, tá býarrúm verða sniðgivin, staðsett og skipað.
Dagsins miðbýur er óskipaður og óruddiligur í mun til logistikk. Tað eigur at gerast meira sjónligt hvussu og hvar bilferðslan hevur sín rætt og harvið minka um ampan frá bilferðslu fyri gangandi, tí tað eru tey sum skapa lív í miðbýnum. Hetta kann eisini økja um møguleikan fyri súkklandi ferðslu í miðbýnum.
Góðar barnaumstøður trekkir fólk til, og tí mæla vit til, at pláss fyri børnunum í miðbýnum verður raðfest.
Umráðandi er at ymsu útboðini eru skipað og samanløgd so tey kunnu fáa synergi frá hvørjum øðrum. Stutt frástøða millum útboðini geva eina kenslu av tættleika og stórum útboði. Samstundis má samansetingin av virkseminum vera ymisk, fyri at fáa lív alt døgnið, ein kaotisk samanseting av handlum, skrivstovum, íbúðum o.s.fr. Okkara boð uppá eitt typiskt miðbýarhús í Havn er sostatt handil í neðra, skrivsstova í miðjuni og íbúð í erva.
Umráðandi er at geva pláss fyri serligum og serstøkum tiltøkum. Larmandi ekstrovert mótvegis tí, sum krevur frið og introvert umhvørvi. Hetta krevur ymisk pláss við ymiskari dygd. Í okkara uppskoti er eitt boð uppá eitt vart pláss í Kommunuskúla-garðinum, eitt ferðslupláss i Steinatúni, eitt nýtt stórt opið Vagl, eitt lítið tætt urbant pláss við sjónleikarahúsið. Pláss sum skulu hava ymsar dygdir og sum skulu fatast sum perlur á einum snóri, nakað sum leiðir fólk oman í býin.
Ístaðinfyri at hava fleiri spjødd grøn økir, verður mælt til at niðurraðfesta fleiri av teimum verandi grønu økinum til fyrimuns fyri ein samanhangandi grønan kíla, líka frá Plantasjuni oman á Skansan. Hesin grøni kílin bjóðar seg fram til býarplássini og millum húsini. Ein lang býarpark.
Les allan tekstin um miðbýarætlanina her.
Miðbýarætlan - Kapping
ki_samla.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/ki_samla.jpg
Grundkort til planchu.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Grundkort til planchu.jpg
Diagram_fersla og parkering vi tlum.jpg
ki_Kommunusklagarurin.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/ki_Kommunusklagarurin.jpg
ki_Sklatr.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/ki_Sklatr.jpg
ki_Steinatn.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/ki_Steinatn.jpg
ki_Vagli.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/ki_Vagli.jpg
ki_Kongabrgvin.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/ki_Kongabrgvin.jpg
ki_lageri.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/ki_lageri.jpg
Skurur_Kommunusklagarurin.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Skurur_Kommunusklagarurin.jpg
Skurur Sklatr.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Skurur Sklatr.jpg
Skurur Steinatn.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Skurur Steinatn.jpg
Skurur Sverrisgta.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Skurur Sverrisgta.jpg
Skurur Vagli.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Skurur Vagli.jpg
Skurur Kongabrgvin.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Skurur Kongabrgvin.jpg
Kommunuskli 1.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Kommunuskli 1.jpg
Sklatr 2.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Sklatr 2.jpg
Sklatr 1.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Sklatr 1.jpg
Vgsbotn 2.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Vgsbotn 2.jpg
Vestara vg.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Vestara vg.jpg
Steinatn 2.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Steinatn 2.jpg
Steinatn 1.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Steinatn 1.jpg
Gongugtan 1.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Gongugtan 1.jpg
Vagli 1.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Vagli 1.jpg
Vagli 2.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Vagli 2.jpg
Vgsbotn 1.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Vgsbotn 1.jpg
Kongabrgvin 1.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/planlegging/midbyaraetlan/Kongabrgvin 1.jpg