Um okkum

Okkara stevnumið er at skilja og tulka ynskini hjá byggiharranum, og at umseta hesi til loysnir, í samskipan og tráð við staðið har byggjast skal. Teknistovan varð sett á stovn í 2007, og verður stjórnað av Mayfinn Norðoy, arkitekti og Kára Dal-Christiansen, byggifrøðingi.

Í dag eru 9 fólk knýtt at teknistovuni, harav 8 fulltíðarstørv. Teknistovan hevur drúgvar royndir, við nógvum ymiskum slag av bygging og stýring av byggitilgongdini. Arbeiðsøkið fevnir um skitsering, prosjektering og visualisering, umframt eftirlit, byggileiðslu, uppfylging, fíggjarstýring, kostnaðarmetingar og gransking.

Okkara byggilistarliga hugsjón er at arbeiða við teimum kontrastum sum eru at finna innan alt sum vit umgangast; tað høga kontra tað lága, tað tunga kontra tað lætta, tað opna kontra tað lukkaða o.s.fr.

Teknistovan er væl útgjørd við mest framkomnu tekniútgerðini á marknaðinum. Vit hava førleika at prosjektera við forritinum Architectural Desktop, Vector Works, Revit, Sketch og Autocad.

Hetta, saman við dugnaligum samstarvspørtum, ger at vit kunna tryggja kundanum eina dygdargóða og effektivs tænastu, á høgum støði.

Okkara arbeiði snýr seg ikki bert um byggingina, men eisini um ábyrgd fyri tí sosiala, umhvørvinum, fíggjarviðurskiftum, byggitilgongdum o.s.fr. Fyri at gera mun ynskja vit at byggiharri, brúkarar og aðrir ráðgevar luttaka frá byrjan í tilgongdini. Uppgávurnar verða altíð gjørdar í tøttu samstarvi við byggiharran og brúkaran.

Okkara mál er at skapa vøkur og vælvirkandi fysisk umhvørvi - frá planlegging av bygningum til innrætting og sniðgeving. Tann einstaka byggiskráin og virðini á staðnum eru íblásturin. Vit vilja framleiða tað serliga í hvørjari verkætlan, so hugskotið verður varðveitt. 


 Hølini