Heilsa og Røkt
Verkætlanin er ætlað persónum við menningartarni, sum hava støðuga hjálp og nærveru fyri neyðini alt samdøgrið. Byggingin fevnir um íbúðareindir, ið hava sovikamar, vesi og uppihaldsrúm við køki. Harumframt fevna vardu íbúðirnar um felagshøli, ið skal vera karmur um felagslívið hjá búfólkunum og um starvsfólkahølir v.m.
Tað byggilistarliga hugskotið tekur støði í, at “vardir bústaðir í Runavík” er eitt varandi heim fyri búfólkini, ið húsast har, og tí skal merkjast sum ein egin bústaður, heldur enn ein stovnur.
Bygningurin er samansettur av tveimum longdum av raðhúsum við 6 íbúðum í hvørjari longd. Felagshølum í hvørjum enda, og tilhoyrandi hølir - so sum starvsfólkahølir og køkur - í boksum, har tørvur er á teimum. Ein (glas) gongd, við útsýni og atgongd til ein innara vardan garð bindur funktiónirnar saman, og ein tekja, sum fevnir um allar eindirnar og skapar eina heild.
Íbúðirnar, liggja forskotnar, soleiðis at hvør einkultur bústaður traðkar fram sum sjálvstøðugur. Samstundis fær eystara longd útsýni móti Toftavatn, og vestara longd útsýni inn eftir Skálafjørðinum. Umframt at forskjótingin skapar ein privatan forgarð við lívd framman fyri hvørja einkulta íbúð.
Fyri at styrkja um hugmyndina av einstøkum raðhúsum, verður uttara klæðingin nýtt allan vegin runt, t.v.s. tikin við inn í glasgongina, tilfarið á gólvinum er somuleiðis tað sama úti og inni, og orsaka av innara garðinum, traðkar tú út í ein “hava”, í staðin fyri eitt felagshøli. Soleiðis verður ímyndin av raðhúsum, við for- og bakgarði hildin.
Borðstova og setstovur liggja í endunum og eru soleiðis eitt tilboð í staðin fyri at vera ein neyðsynd. Tú kanst velja felagslívið til, um tú vilt, men tú kanst eisini liva eitt rættuliga privat lív, um tað hugar betur.
Vardar íbúðir
Hovudsmynd_Preview.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/heilsarokt/vardar_ibudir/Hovudsmynd_Preview.jpg
persp_6.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/heilsarokt/vardar_ibudir/persp_6.jpg
persp_8.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/heilsarokt/vardar_ibudir/persp_8.jpg
02_VBR_flatmynd.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/heilsarokt/vardar_ibudir/02_VBR_flatmynd.jpg
eystur.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/heilsarokt/vardar_ibudir/eystur.jpg
norur.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/heilsarokt/vardar_ibudir/norur.jpg
sept 2014 1.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/heilsarokt/vardar_ibudir/sept 2014 1.JPG
sept 2014 2.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/heilsarokt/vardar_ibudir/sept 2014 2.JPG
2.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/heilsarokt/vardar_ibudir/2.jpg
4.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/heilsarokt/vardar_ibudir/4.jpg