Undirvísing og Mentan
Kirkjuhúsið í Hvannasundi reist.
Byggilistarliga hugskotið
Ynski er, at bygningurin skal hava eitthvørt tilknýtið til verandi kirkju við beinleiðis innandura sambandi. Eftirsum at funktionella kravi er at bygningurin skal hava beinleiðis tilknýtið til kirkjuna, er hugskotið at byggja ein tilbygning, sum brýtur heilt frá verandi kirkju í snið og skapi. Hetta verður loyst við at gera ein rundan bygning, ið hevur sín uppruna í tí organiska, meðan verandi kirkjubygningur er meira kubistiskur í sínum skapi. (Millumgongin er so seinni spard burtur)
Nýbyggingin er ein røð av samansettum sirklum. Uttari sirkulin fevnir um heildina á bygninginum, meðan tann innari sirkulin rúmar sjálvt salin, ið skal rúma tær nýggju sosialu funktiónirnar, ið størri mun leggja seg afturat kirkjuvirkseminum í framtíðini. Rúmið ímillum hesar báðar sirklar inniheldur bifunktiónirnar. 3. sirkulin er eitt vatnbassin, sum fevnir runt um nýbyggingina. Í ein útsynning er heildarsirkulin skorin, og glasfasada sett inn. Hetta fyri at fáa eitt gott útsýni yvir fjørðin og fjøll runt um, og fyri at fáa eina visuella kontakt við útiarealið, og fyri at skapa ein øðrvísi yvirgang innifrá og út. Hetta útfrá eini hugsjón um at vera partur av skapanarverkinum, eitt ekstrovert rúm - Meðan verandi kirkjubygningur í størri mun er eitt introvert rúm, ið skal rúma tað innara trúarlívið.
Tilfar
Millumgongon - millum verandi kirkju og nýggja bygningin - hevur organiskan form, ið supplerar tann nýggja runda tilbygningin og skal vera í mest møguligan mun úr glasi. Tekjan á tilbygninginum hevur eitt hall frá vestri í eystur, og hetta fyri at bygningurin skal virka meira stórsligin, ætlanin er at hava eitthvørt sjónskt á tekjuni - møguliga arbeitt við eini kopartekju um hetta er fíggjarliga ráðiligt, alla eini litaðari protantekju. Ætlanir eru um at nýta beting, og mála framsíðurnar reyðar, so tilbygningurin fær eitt tilknýtið til verandi kirkju, og vindeygu og hurðar eru hvít fyri at komplimenterað hetta. Inni eru lættir veggir hvítir, meðan gólvið er gjørt úr glittaðum betongflísum á 120x120 cm, við koparskinnarum ímillum. (Seinni er bygningurin vorðin timburklæddur við protantekju)
Staðseting og funktión
Tilbygningurin stendur sunnanfyri kirkjuna, hetta soleiðis at atkoman enn er í norð til verandi kirkju. Bygningurin staðsetur seg soleiðis, at hann 'goymir' seg aftaná verandi kirkju, tá ein kemur til kirkjuna. Byggingin er ætlað til kirkjukaffi og onnur sosial tiltøk hjá kirkjuni. Eisini er ætlanin at bygningurin skal vera tiltakshølir, tá kirkjan gerst ov lítil í samband við jaðarferðir, vígslur, høgtíðir og tílíkt. Nýggji bygningurin, ið kundi verið róptur eitt kirkjuhús, skal ikki taka tær sakralu funktiónurnar, ið kirkjan hevur, men vera eitt ískoyti til broyttar fyritreytir og siðir í nútíðar og framtíðar høpi. Bygningurin inniheldur: dur, klædnagoymslu, køk, goymslurúm, toilettir, skrivstovu til prest/kirkjuráð/undirvísing umframt ein sal til 100 sitandi fólk. Byggingin er tilsamans áleið 175 fermetrar til støddar.
http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/video-foeroysku-alpurnar-ur-erva/
Hvannaduns kirkja
22.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/22.jpg
23.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/23.jpg
24.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/24.jpg
21.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/21.jpg
26.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/26.jpg
25.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/25.jpg
4.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/4.JPG
8.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/8.JPG
6.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/6.JPG
9.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/9.JPG
10.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/10.JPG
11.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/11.JPG
12.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/12.JPG
13.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/13.JPG
5.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/5.JPG
15.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/15.JPG
1.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/1.jpg
14.JPG
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/14.JPG
3.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/3.jpg
2.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/2.jpg
Flatmynd.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/Flatmynd.jpg
stumynd.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/stumynd.jpg
Eystur.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/Eystur.jpg
norur.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/norur.jpg
suur.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/suur.jpg
vestur.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/vestur.jpg
Tvrskurur.jpg
http://kontrast.fo/images/verkaetlanir/undirvisingmentan/hvannasunds_kirkja/Tvrskurur.jpg